SAS hevði í roknskaparárinum 2016/17 eitt avlop á næstan 1,5 milliardir krónur.
Hetta er besta úrslitið hjá SAS síðani aldarskiftið.
– Hetta er eitt úrslit, sum okkara starvsfólk veruliga kunnu vera erin av, tí tey hava skapt hetta í einari vinnu, sum støðugt broytist og ávirkar teirra gerandisdag. Hetta er ein viðurkenning av, at vit kunnu fylgja við hóast stóru broytingarnar, sigur Lars Sandahl Sørensen, konsernstjóri í SAS, við Check-In.
Greinari hjá Sydbank vísir á, at spariætlanin hjá SAS hevur verið góð, og SAS hevur megnað at lækka sínar útreiðslur skjótari enn nógvir av kappingarneytunum, og tí er úrslitið so gott í ár.
Fyrr í ár fór SAS undir flúgving millum Vágar og Keypmannahavn.