Tað er nú greitt, at eisini flogfelagið, SAS mest sum gevast at flúgva. Tað boðaði stjórin, Rickard Gustafson, frá í dag.
Hann ásannaði, at teir selja at kalla ikki eina tann einasta ferðaseðil í løtuni, so longu í morgin verður ein stórur partur av rutunum niðurlagdar, og hesar næstu dagarnar fara teir at flúgva til pláss, har fólk eru, sum vilja sleppa heim.
Men annars verður bara flogið onkrar túrar til onkrar stórar floghavnir, til London og Frankfurt og í Danmark verður onkur einstøk ruta flogin, sum hava ein serligan týdning. Kanska tann einasti flogvøllurin, sum SAS fer at flúgva til innanríkis, er Ålborg, tá ið brúk er fyri tí bráðneyðugum orsøkum. Eitt dømi um tað kann vera at flyta heilsustarvsfólk ímillum.
Annars hevur SAS sent eini. 10.000 starvsfólk heim í feriu og stjórin legði dent á, at tey eru ikki søgd upp, tí ætlanin er at fáa tey aftur í starv, tá ið corona-kreppan er av.
Hann sigur, at hetta er ein kreppa, vit ikki hava sæð makan til, men hesi seinastu árini hevur SAS lagt stóran dent á at bjálva felagið fíggjarliga – og tað fegnast hann um nú, tí tað merkir, at SAS kann vera í hesi støðuni í eina tíð – men einki flogfelag yvirlivir leingi við ongum inntøkum, legði hann afturat.