SAS og flogskiparar í samráðingarfinalu í dag

Sambært bæði flogskiparum og SAS nærkast samráðingar nú eini avgerð: Nú skal røkka ella støkka.

 

Sambært samráðingarleiðaranum hjá SAS, Marianne Hernes, hevur tað skjótt onga meining at samráðast meira við flogskiparar í verkfalli, um einki úrslit verður skjótt. - Foto: 11950 Ali Lorestani/Ritzau Scanpix

Samráðingarnar millum SAS og flogskiparar í verkfalli nærkast sambært samráðingarleiðaranum hjá SAS, Marianne Hernæs, eini finalu, og sum annaðhvørt endar við avtalu ella við ongum. Tað sigur hon við fjølmiðlar á veg inn til samráðingarnar í dag. Um vikuskiftið samráddust partarnir í 33 tímar, áðrenn tey fóru heim uttan úrslit.

 

Í dag eru SAS og flogskiparar sinnað til, at samráðingarnar nærkast eini niðurstøðu.

 

– Vit eru skjótt við at vera komin til endan. Tað eru vit, sigur Marianne Hernæs, sambært norsku tíðindastovuni NTB, á veg inn til samráðingarnar:

 

– Tað fer at verða ábyrgdarleyst at halda fram. Vit nærkast í dag. Tað er ein ógvuliga álvarsom støða. Vit hava verið í seming í tríggjar-fýra vikur og í stríði í meira enn tvær vikur.

 

– Vit eru nú við at koma har til, har eg sum samráðingarleiðari má viðganga, at nú koma vit ikki longur.

 

Sambært svensku tíðindastovuni TT legði hon síðani afturat:

 

– So mugu vit skilja, at slagið er tapt.

 

Eisini formaðurin hjá donsku flogskiparunum, Henrik Thyregod, lat skilja, at samráðingarnar um eina avtalu mugu enda skjótt.

 

– Hetta er óvirðiligt, segði hann sambært NTB.

 

Martin Lindgren, sum er umboð fyri svenksu flogskipararnar, sigur sambært TT, at samráðingarnar í dag er seinasta samráðingarumfar.

 

/ritzau/

 

 

 

Sambært samráðingarleiðaranum hjá SAS, Marianne Hernes, hevur tað skjótt onga meining at samráðast meira við flogskiparar í verkfalli, um einki úrslit verður skjótt. - Foto: 11950 Ali Lorestani/Ritzau Scanpix