SAS og flogskiparar samráðast klokkan 9

Í sótu partarnir í SAS stríðnum við samráðingarborðið í slakar 16 tímar. Í dag fara tey aftur til samráðingarborðið nú klokkan 9.

 

Flogskiparaverkfallið kostar SAS upp ímóti 90 milliónir krónur um dagin, upplýstir flogfelagið hósdagin. (Arkivfoto). - Foto: Annika Byrde/Ritzau Scanpix

Partarnir í stríðnum millum SAS og flogskiparar felagsins verða tiknar uppaftur klokkan 9. Tað skrivar norska tíðindastovan NTB.

Avgjørt var at steðga samráðingunum á midnátt okkara tíð, tá partarnir ikki vóru komnir til semju.

Norski semingsmaðurin í stríðnum, Mats Wilhelm Ruland, segði í nátt, at enn vóru ósvaraðir spurningar.

– Tað eru ógvuliga fløktar samráðingar. Tað eru trý lond og fýra ymisk fakfeløg, segði hann sambært VG.

– Tað er trupult at loysa hetta.

Samstundis leggur hann dent á, at tað altavgerandi er at koma til eina loysn.

– Eg havi ikki áður verið við til samráðingar, sum hava tikið so drúgva tíð sum hesar, segði hann í nátt.

Mikudagin hittust partarnir fyrstu ferð, síðani umleið 1000 SAS flogskiparar í Danmark, Noreg og Svøríki vóru í verkfall tann 4. juli.

Síðani hevur verkfallið kostað SAS upp til 90 milliónir krónur um dagin. Tað upplýsti flogfelagið í einum tíðindaskrivi í gjár.

Har var eisini víst á, at samlaðu útreiðslurnar fyri SAS higartil eru upp á umleið 900 milliónir krónur.

Hósdagin vóru boðini harafturat, at 2550 flogferðir higartil eru avlýstar sum úrslit av ósemjuni. Tað hevur sambært SAS rakt fleiri enn 270.000 ferðafólk.

Ein partur av bakgrundini fyri ósemjuni er, at SAS undir koronufarsóttini mátti siga umleið helminginum av flogskiparunum úr starvi. Tað var tó gjørd ein avtala um at seta teir aftur í starv, tá tað aftur var brúk fyri teimum.

Flogskipararnir eru nú ónøgdir við, at SAS setir nýggjar flogskiparar eftir sáttmálum við øðrum treytum í tveimum dóttirfeløgum SAS Link og SAS Connect. 

/ritzau/

 

Flogskiparaverkfallið kostar SAS upp ímóti 90 milliónir krónur um dagin, upplýstir flogfelagið hósdagin. (Arkivfoto). - Foto: Annika Byrde/Ritzau Scanpix