SAS-stjórin, Mats Jansson viðgongur, at støðan hjá SAS er álvarslig nú hann í dag framleggur eina serliga ?neyðbremsuætlan? fyri norðurlendska flogfelagið
Álvarsemið hvílir tungt á ovastu leiðsluni hjá SAS hesum døgum. Í dag framleggur forstjórin hjá SAS, Mats Jansson, roknskapin fyri 1. ársfjórðingi 2008 saman við eini spariætlan fyri virksemi felagsins.
SAS skal trýsta harðari á bremsuna og neyðugt er við serliga SAS-andanum, um komast skal gjøgnum hesa kreppu, ið nú herjar í nærum allari flogvinnuni, orsaka av methøgum oljuprísum á einum fallandi marknaði.
- Vit skulu trýsta meira á bremsuna enn á speedaran, inntil fult tamarhald er á støðuni. Tað er ongin ivi um at støðan er álvarslig, tó ikki bara hjá okkum, men í flogvinnuni í síni heild.
- Eg ivist tó ikki í, at vit í felag megna at koma burturúr hesi trongu støðu, vit eru komin í. Nú leggja vit alla orku í at fáa eitt hampuligt úrslit í 2008, og hetta krevur stórar sparingar og umleggingar, sigur Mats Jansson.
Lesið áhugaverda grein um SAS sum Finnur Sivertsen, leiðandi búskaparfrøðingur á Business-Line skrivar í ?VINNAN? í Sosialinum í dag.