SAS venur flogskiparar til føroyaflúgving

SAS fer at servenja nakrar flogskiparar til føroyaflúgvingina, sum byrjar annan sunnudag.

 

Danski flogmiðilin, check-in.fo, skrivar í morgun, at 18 flogskiparar hjá SAS eru serliga útvaldir at verða servandir til føroysaflúgvingina. Fríggjadagin byrjar simolatorvenjingin, sum skal gera teir førar fyri at átaka sær serligu avbjóðinga at lenda á flogvøllinum í Vágum.

 

– Vit hava gjørt eina venjingarætlan, sum vit skulu hava hesar 18 flogskipararnar ígjøgnum. Vit verða 18, sum upp á skift skulu flúgva á føroyarutuni fyri at halda royndirnar viðlíka.

 

– Samstundis skulu hesir so geva víðari av royndum sínum, sigur Herálvur Nielsen við check-in.dk.

 

Herálvur Nielsen hevur flogið sum flogskipari hjá SAS í næstan 20 ár, og hann hevur saman við øðrum gjørt venjingarætlaina. Hóast Herálvur Nielsen er føroyingur, so hevur hann ongantíð sjálvur flogið eitt flogfar, sum hevur lent í Føroyum.

 

Áðrenn tíðina í SAS var hann 10 ár í Flyvevåbnet, og SAS hevur ikki flogið til Føroya, í tíðini, hann hevur starvast hjá felagnum, skrivar check-in.dk.