Sasja stóð væl fyri St. Gallen í kvøld

Seinasta partin av dystinum fekk føroyski landsliðsmálverjin møguleikan, og hann tók av

Landsliðsmálverjin, Aleksandar "Sasja" Lacok og liðfelagarnir í TSV St. Otmar St. Gallen dyst á útivølli móti HSC Suhr Aarau í bestu sveisisku hondbóltsdeildini.

 

Dysturin endaði við javnleiki 29-29. Talan er um fyrsta javnleikin hjá St. Gallen hetta kappingarárið. Í steðginum var St. Gallen á odda 16-13, og móti dystarenda var St. Gallen á odda 28-25, men tað eydnaðist tíverri ikki at binda fyri.

 

Seinasta stóra korterið fekk Sasja møguleikan, og hann tók av. Sasja bjargaði fimm av 12 málroyndum. Svenski kappingarneytin, Andreas Björkman bjargaði seks av 27 málroyndum, og stóð seg sostatt væl verri enn Sasja.

 

St. Gallen er nummar fýra í deildini við 13 stigum. 

 

Sunnudagin 23. november hevur St. Gallen dyst á heimavølli móti RTV Basel.