Sat saman við Amagermanninum

- Eg sat ósekur ákærdur fyri neyðtøku á ringastu deldini í Vestre Fængsel millum fólk, sum øll høvdu dripið minst eitt menniskja, sigur Jan Erik Dyrhhus Poulsen, sum í hinari vikuni varð frídømdur fyri neyðtøku. Nú er hann farin aftur til Noregs, tí stjóri hansara hevur hildið starvið leyst. Hon visti alla tíðina, at hann var ósekur

Mikudagurin 26. oktober var ein stórur dagur í lívinum hjá Jan Eriki Dyrhuus Poulsen.
Hendan dagin frídømdi Eystari landsrættur hann fyri neyðtøku, og fyri fyrstu ferð í meira enn fimm mánaðir kundi hann sum fríur maður ganga á gøtuni.
Frídømingin var ein sigur, men tað tekur tíð at sleikja sárini og koma fyri seg aftur bæði sálarliga, likamliga og fíggjarliga.
- Eingin kann hugsa sær til, hvussu ræðuligt tað er at sita varðhaldsfongslaður í heilar fimm mánaðir fyri neyðtøku, sum eg ikki hevði funnið uppá at gjørt, sigur Jan Erik Dyrhuus Poulsen.
Føroya rættur dømdi hann sekan og dømdi hann til hálvt annað ára fongsulsrevsing, men í somu løtu, sum dómurin varð feldur, kærdi hann dómin. Han vildi reinsast og valdi at trúgva, at rættvísi fór at sigra.
Dagurin í landsrættinum rann upp, og við honum í rættinum møtti ein herur av vinfólkum, sum øll vóru sannførd um, at maðurin var ósekur.
- Eg havi ongantíð lagt hond á nakran og hevði ikki funnið uppá nakað so ljótt sum at neyðtaka eina kvinnu, sigur Jan Erik Dyrhuus Poulsen.

Helviti á jørð
Tá ið hann varð varðhaldsfongslaður 25. mai, varð hann beinanvegin fluttur niðan í Mjørkadal at sita.
Ta fyrstu vikuna sat hann avbyrgdur.
- Tað var helviti á jørð, tí eg slapp hvørki at seta meg í samband við mammu, børn míni ella nakran. Eg varð skræddur út úr samfelagnum og settur í ein kliva. Endamálið
við avbyrgini skuldi vera, at eg ikki skuldi ávirka vitni.
Hann skilir ikki, at hann ikki fekk tilboð um at tosa við sálarfrøðing.
Tíðina brúkti hann til at spæla gittar, syngja, lesa, hyggja í sjónvarp, og so bygdi hann sjálvur við hjálp frá fangavørðunum eina venjingarhøll upp. Tað er nakað, sum eitt varðhald má hava, so tey, sum sita, kunnu halda seg í formi.
Ein tíma um dagin slapp hann út ein túr.

Nógvir vinir
Eftir at hann var komin úr avbyrgingini kundi hann fáa vitjan, og tann kvotan varð brúkt til fulnar, tí bæði vinfólk og skyldfólk vóru alla tíðina sannførd um, at hann var ósekur.
Av tí at hann ikki sat dóm men sat varðhaldsfongslaður, slepp hann ikki út aðrar tíðir enn hendan tíman um dagin. Ein, sum situr dóm, hevur fleiri rættindi.
Jan Erik Dyrhuus Poulsen sigur, at hann ongantíð var bangin fyri, at hinir fangarnir og fongslaðu í Mjørkadali fóru at koma eftir honum, hóast hann sat varðhaldsfonglaður fyri neyðtøku. Hann greiddi teimum frá, at hann var ósekur, og tey trúðu honum.
- Og eg havi bara gott at bera bæði politinum og fangavørðunum. Tey vórua sera fitt við meg í Mjørkadali, og sjálvt ein kvinnuligur fangavørður trúði uppá meg. Eg skilji ikki, at fangavørðarnir klára hatta arbeiðið.

Útstillaður
Ein dag fekk hann knappliga at vita, at hann skuldi flytast til Danmarkar, tí varðhaldið var fult.
- Tað var heilt ræðuligt at fara í Vágarnar við politifylgi. Politistarnir vóru sivilklæddir, men øll kenna politistarnar,og har stóðu vit tríggir menn fullkomiliga útstillaðir. Tað var so niðurgerandi.
Sama skilið var, tá ið teir komu til Kastrup. Har vórðu hann og ein annar settir í ein kliva at bíða í ein tíma, og koyrdir víðari til Vestre fængsel.
Teir vórðu settir á hvør sína hædd á ringastu deildini, Suðurdeildini.
- Har verða bara tey sett, sum ikki kunnu sita í einum vanligum fongsli.

Ein ræðulig deild
Jan Erik Dyrhuus Poulsen varð beinanvegin spurdur av fangavørðunum, um hann ikki frívilliga vildi avbyrgjast, men hann segði kortanei, tí hann varð ósekur.
- Svarið var, at vildi eg ikki tað, kundu teir ikki veita trygd fyri lívi mínum. Eg var í lívsvanda, um hinir fingu at vita, hví eg var har.
Tá ið hann kom á fongsulsdeildina, segði hann, at hann sat fyri harðskap, men tað gingu bara tveir dagar, so kendu hinir sannleikan.
- Tvær ferðir varð eg álopin. Tað komu tveir menn eftir mær og søgdu, at kom eg út aftur úr klivanum, tóku teir lívið av mær.
Jan Erik Dyrhuus Poulsen vildi framvegis ikki fara í avbyrging. Hann helt eisini, at hann var so mikið sterkur maður, at hann megnaði at verja seg, um hann varð álopin.
Hann sigur, at fangavørðarnir hugdu bara hin vegin, tá ið onkur var álopin.
Viðurskiftini í danska fongslinum vóru fúl.
- Í klivanum var bara stoypt gólv, og upp eftir veggunum vóru spýggja og snor, á gólvinum blóð. Har var bara ein tunn madrassa at liggja á, og seingjarklæðini passaðu ikki til dýnuna. Alt innbúgvið var smildrað sundur, og eg noyddist at brúka ein blýant at skifta sjónvarpsrás við.
Maturin kom av sjúkrahúsi, men nøgdin var ov lítil til at blíva mettur av.
- Tað var nóg mikið til at yvirliva, men eg fór 12 kilo aftur tær seks vikurnar, eg sat í tí fongslinum.

Bara drápsmenn
Jan Erik Dyrhuus skilir ikki, hví teir skuldi sita í tí ringasta fongslinum millum fólk, sum í minsta lagi høvdu dripið eitt fólk. Ein á deild hansara var sonevndi Amagermaðurin. Tað er sera vandamikið at sita fyri neyðtøku í slíkum fongslum, tí tað ringasta er at hava gjørt seg kynsliga inn á børn, og tað næstringasta er neyðtøku. Ein, sum hevur dripið ein politist kann millum fangarnarir ikki koma longur upp á stiganum. Alt prát gekk út uppá at drepa.
Tað var eisini eitt eyka sálarlig trýst fyri hann at skula sita varðhaldsfongslaður í Danmark, tí har høvdu vinfólk hansara ikki møguleika at vitja.
Eina ferð fór mamman niður at vitja hann.
- Familjan hjá mær hevur verið einastandandi.
Eitt, sum var betri við donsku fongulsskipanini enn við føroysku, var, at í Danmark kundi hann keypa sær mat aftrat, tá ið hann var svangur.
Tað bar ikki til í Føroyum, og í automatini kostaði ein pakki av sigarettum 57 krónur. Hann kundi í mesta lagi rippa húkar fyri 60 krónur um dagin, og tað var eingin inntøka.
- Hinvegin fóru fangavørðarnir í Føroyum nógv fittari og hjálpsamari.

Fíggjarligur smeitur
Jan Erik Dyrhuus Poulsen vísir ikki aftur, at hann er noksso beiskur inn á rættarskipanina og samfelagsskapinina, at tað skuldi bera til at døma hann og varðhaldsfongsla hann so leingi, hóast hann var ósekur.
Hann siglir sum maskinstjóri í Noregi, og arbeiðið er so væl lønt, at hann hevur mist einar 700.000 krónur i inntøku hesar meira enn fimm mánaðirnar, hann hevur sitið varðhaldsfonglaður. Ikki ein króna er komin inn á kontuna, og tað mesta av uppsparingini er brúkt, tí hann hevur fleiri fastar útreiðslur, um en eingin inntøka er.
- Eg havi siglt, líka síðan eg var 13 ára gamal og havi goldið fleiri hundrað túsnd krónur í skatti um árið til samfelagið. Nú átti samfelagið at hjálpt mær.
Hann kann vænta, at tað ganga ár, til hann fær endurgjald fyri innntøkumissin og fyri av órøttum at hava sitið varðhaldsfongslaður.
Hansara sjálvsálit er viknað, tí fer hann út, er hann bangin fyri at møta fólki, sum halda hann vera sekan, hóast hann er frídømdur. Hann ræðist eisini fyri, hvat aðrar kvinnur fara at siga.
Í dag fer hann av landinum aftur, yvir til skip sítt í Noregi. Hansara vón er, at hann við at arbeiða kann koma fyri seg og veruliga kann venda aftur til lívið.
- Hetta er tað tyngsta, eg havi møtt í lívinum, at verða ákærdur og dømdur fyri neyðtøku, sum eg tó nú eri frídømdur fyri. Hevði ákæran verið fyri harðskap ella okkurt annað, var nógv lættari at koma fyri seg. Eg havi ongantíð gjørt nakað ólógligt og havi altíð verið ærligur.

Nei til narko
Jan Erik Dyrhuus Poulsen liggur aftrat, at hann var so viljasterkur, at pissiroynd hansara hvørja ferð var rein. Hann segði neitakk hvørja ferð til stesolid og rúsevni, tá i hann fekk hesi evni i boði. Hann kundi fingið so nógv av slíkum bæði í Føroyum sum í Danmark, sum hann vildi hava.
.- Einki vildi eg koma út aftur úr varðhaldinum, sum misbrúkari, sigur Jan Erik Dyrhuus Poulsen.