Seinasti mikudagur gjørdist ein eydnuríkur dagur fyri Richard Phillips, sum henda dagin endiliga varð leyslatin úr einum fongsli í Michigan i USA, har hann hevur sitið fongslaður ósekur í samfull 45 ár. Hann er soleiðis maðurin, sum hevur sitið longst - ósekur - fongslaður í amerikanskari søgu.
Tað veit tíðindastovan CNN at siga í dag. Hin nú 72 ára gamli varð fongslaður í 1971, 27 ára gamal, dømdur fyri dráp á mannin, Gregory Harris. Tað var svágur hin dripna, sum peikaði út Richard Phillips og ein annan mann, Richard Olombio, sum teir seku í drápinum.
Í 2010 hendi nakað avgerandi í málinum, har maðurin, sum var við til at myrða Gregory Harris, viðgekk, at hann hevði logið í rættinum, tá hann hevði sagt, at Richard Phillips eisini var við til at fremja morðið. Maðurin viðurkendi nú, at hann slett ikki kendi Richard Phillips fyri fongslingina.
Hann viðgekk eisini, at tað í veruleikanum var hann sjálvur og svágurin, Fred Mitchell, sum stóðu aftan fyri morðið.
Tað var ikki fyrr enn fýra ár seinni, at Richard Phillips fekk at vita, at nýggj prógv vóru komin fram í málinum í 2010. Tað var onkur ónavngivin, sum gjørdi vart við hetta á deildini fyri ósek dømd á Universitetinum í Michigan.
Og tað var ikki fyrr enn á sumri í 2017, at skipað varð fyri nýggjari rættargongd. Tá vildi ákærin gera eina avtalu við Richard Phillips, soleiðis at málið kundi ganga skjótari, men tað vildi Richard Phillips ikki. Tá segði hann verjanum, at hann heldur vildi doyggja í fongslinum enn at gera eina avtalu um at játta seg sekan.
Í dag noyðist Richard Phillips at venja seg við lívið sum ein fríur maður, og tað verður helst trupult hjá honum eftir so mong ár aftan fyri rimarnar.
- Heimurin sær fullkomiliga øðrvísi út nú, og fólk eru eisini vorðin øðrvísi. So, eg havi nógv at venja meg við eftir 45 ár í fongsli, segði Richard Phillips við CNN eftir leyslatingina.
Eitt tað fyrsta, hann gjørdi eftir leyslatingina, var at fara í ein handil og keypa inn, og her gjørdist hann rættiliga ovfarin av, at í handlinum fingust so mong sløg av appelsinsaft.
Nú arbeiðir advokaturin hjá honum við einum endurgjaldskravi, nú hann hevur sitið so mong ár - ósekur - í fongsli.
Í 2016 setti Michigan í verk eina reglu um, at fólk, sum sótu ósek í fongsli, eiga at fáa 300.000 krónur um árið í endurgjaldi, og nú vónar advokaturin, at Richard Phillips kann fáa fyri øll árini, hann hevur sitið. Hetta merkir, at hin óseki kann fáa umleið 13,5 miljónir krónur í endurgjaldi fyri 45 ár aftan fyri rimarnar.