Sauna, sól og summar

Tað var veruleikin á sandinum í Syðrugøtu um vikuskiftið, har suðurlendskur stemningur við sól, summar og sauna settu sín serliga dám á strondina

Hugskotið er tó finskt og tað eru fólkini handan hugskotið eisini. Hugskotið er eisini serstakliga originalt, tí eins óhugsandi tað í roynd og veru er at savna fólk í túsundavís á Gøtusandi, eins óhugsandi er tað, at ein sauna skuldi liggja har um vikuskifti, sum saman við syrutum sangi og serligum sálum, savnaði saman festivalgestir, sum meiri og minni spillnaknir sótu inni í hesum pumpandi heita tjaldi, meðan tey við jøvnum millumbili runnu oman í sjógvan og tóku sær ein lítlan dukkert.

Men soleiðis sá veruleikin út á Gøtusandi hósdagin, fríggjadagin og leygardagin. Sauna’in er eitt av bestu dømunum um, at á G!-festivalinum ber alt til. At festivalurin savnar saman ung sum eldri, ger upp við allar fordómar hjá fólki og ger tað óhugsandi til veruleika.

Tí álvaratos, hvør hevði nakrantíð ímyndað sær, at ein sauna skuldi savna saman berar reyvar á sandinum í Syðrugøtu?