Tað er rokan í fjøruni í Syðrugøtu nú um dagarnar. Í góðveðrinum í gjár vóru menn farnir undir at byggja eina nýggja sauna úti á keiini í Syðrugøtu.
G-festivalurin er vorðin kendur fyri bæði heitar pottar og at hava givið føroyingum ein nýggjan saunakultur.
Undanfarin ár eru tað finnar, sum eru komnir við pottum og tjøldum, men nú hava gøtumenn so valt at byggja sína egnu sauna.
Gøtumenn vóru eisini so óhepnir, at í illveðrinum í vetur skolaðu allir pottarnir til havs. Tí hava teir nú gjørt íløgu í 5 nýggjar pottar. Tá so nýggja saunain er komin upp at standa, nýtist ongum at ganga kaldur, skuldi veðrið ikki verið til vildar.