Savnaði 50.000 krónur inn einkjurnar og børnini

Ein fyritøka og ein handverkari fingu heiðurstekin á aðalfundi hjá Havnar Handverkarafelag mikukvøldið

At Havnar Handverkarafelag heiðrar ein av sínum egnu, sum hevur uppiborið tað, er kanska ikki so undarligt.

Men at felagið eisini hevur gjørt av at heiðra eitt umboð fyri ?mótpartin?, er kanska meiri óvæntað.

Men tað var júst hetta, sum hendi á aðalfundinum í Havnar Handverkarafelag mikukvøldið.

Á aðalfundinum skeyt nevndin upp at lata tvey heiðurstekin.

Annað heiðursteknið skuldi latast til ?ársins fyritøku? Havn í 1998

Hitt skuldi latast til ein handverkara, sum hevði gjørt vart við seg á ein serliga positivan hátt í fjør.

Til ársins fyritøku skeyt nevndin at velja bilasøluna Reyni Service.

Hinvegin helt nevndin, at Einar Bech, álitismaður á Tórshavnar Skipasmiðju, hevði uppiborið heiðurstekin fyri at hann hevði gjørt eitt stórt arbeiðið at hjálpa øðrum, sum trongdi til tað, uttan at hugsa um seg sjálvan ella at fáa vinning burturúr tí sjálvur.

Uppskotini hjá nevndini vórðu einmælt samtykt á aðalfundinum.

Bæði heiðursteknini eru ein grindaknívur við slíðra, sum Pól Justinussen hevur gjørt.

Hann hevur gjørt knívarnar heilt frá grundini.

Hann hevur verið í Danmark við stuðuli frá Havnar Handverkarafelag og lært seg hetta gamla smiðjukynstrið.

Og hann hevur fingið væl burturúr, tí tað kann ikki sigast annað, enn at knívarnir eru smá listarverk- í hvussu so er eru teir handverk á sera høgum støði.


Ongantíð trupulleikar

Grundgevingin fyri at velja Reyni Service til ársins fyritøku er, at tað er ein fyritøka, sum til fulnar røkir sínar skyldur mótvegis sínum starvsfólki- og meiri afturat.

Eyðfinn Petersen, formaður í Havnar Handverkara, sigur, at felagið hevur ongantíð havt trupulleikar av viðurskiftunum á Reyni Service.

? Teir hava eina álitismannaskipan, sum virkar sera væl. Og yvirhøvur er tað eitt sera vælvirkandi arbeiðspláss, sum ansar væl eftir sínum fólki, og sum harafturat rindar teimum eina løn, sum er væl omanfyri minstulønina í sáttmálanum, sigur Eyðfinn Petersen.

Óli Nielsen, álitismaður á Reyni Service tók ímóti heiðrinum á aðalfundinum hjá Havnar Handverkarafelag mikukøldið.

Men seinni er ætlanin at handa Reyni Service heiðursgávuna formliga, og tá er ætlanin at leiðslan í fyritøkuni eisini verður hjástødd.


Savnaði 50.000 krónur einkjurnar

Hitt heiðursteknið fekk Einar Bech, álitismaður á Tórshavnar Skipasmiðju.

Hann fekk heiðurin fyri sítt ósjálvsøkna arbeiðið at hjálpa tveimum polskum einkjum og børnum teirra.

Tær vóru báðar giftar við polskum sveisarum, sum høvdu arbeitt á Tórshavnar Skipasmiðju.

Men tíverri vóru teir fyri teirri vanlagnu at fáa krabbamein og teir doyðu báðir við stuttum milumbili.

? Talan var um menn í bestu árum, sum báðir høvdu konu og børn í Póllandi, segði Eyðfinn Petersen, tá ið hann greiddi frá, hví nevndi helt, at Einar Bech hevði uppiborið at verði heiðraður.

Í Póllandi eru tær sosialu skipaninar ikki so góðar, sum tær eru í Føroyum, so tað stóð illa til hjá teimum báðum húskunum, nú tær høvdu mist forsyrgjaran.

Tí varð møguleikin umrøddur, um tað hevði borið til at skipa fyri eini innsavning á skipasmiðjuni fyri at veita teimum, sum eftir sótu, ein styrk.

? Einar Bech drálaði ikki, men fór beinanvegin undir innsavningina.

Og tað vísti seg at vera stór vælvild millum øll, sum arbeiddi á skipasmiðjuni.

Avrátt varð, at 200 krónur skuldi takast av lønini hjá hvørjum arbeiðsmanni og handverkara og 100 krónur av lønini hjá hvørjum lærlingi.

Somuleiðis læt skipasmiðjan sjálv eina upphædd.

So tilsamans vórðu einar 50.000 krónur savnaðar saman, sum hesar báðar einkjurnar so fingu at býta sínamillum.

Harafturat var Einar Bech hjá sjúkrakassanum og syrgdi fyri, at einkjurnar fingu gravarferðarhjálpina, sum tær høvdu rætt til, av tí menninir høvdu verið limir í sjúkrakassanum, meðan teir arbeiddu í Føroyum, sigur Eyðfinn Petersen.