Savnið miðfyrisitingina í Hoyvík

At Eysturoyartunnilin nú eftir øllum at døma gerst veruleiki, eigur at fáa okkum at tillaga samfelagið eftir nýggja vegakervinum

Høgni Reistrup
------
Fjarstøðan millum bygdir og býir í Føroyum gerst alsamt styttri. Vit byggja vegakervið út, tí tað er grundarlagið und­ir einum væl virkandi sam­felagi. Fyrimunirnir eru eyð­sýndir. So hví ikki gagn­nýta fyrimunirnar til fulnar? Hví ikki skipa okkum soleiðis, at vit fáa sum mest burturúr?
Føroya størsta sam­ferðslu­út­bygging stendur fyri framman. Eysturoyar­tunn­ilin skal byggjast, tí land­ið skal knýtast betur sam­an. Verður uppskotið sam­tykt, er hetta eitt risa fram­stig fyri okkum øll.
Men framstigið kann ger­ast enn størri, um vit tillaga tað almenna eftir nýggja ferðslu­mynstrinum, tá tunn­il­in letur upp. Og tað ger hann sambært Landsverki í seinnu helvt av 2019. Tá verð­ur eftir ætlan koyrandi undir Tangafjørð.
Tað fer at skapa vøkstur á nógvum mótum. Og eisini møguleikar fyri sparingum.

Watch and learn
Flest allar fyritøkur royna at savna deildir sínar í so fáar bygningar sum gjørligt, tí at fíggjarligir fyrimunir altíð standast av at miðsavna held­ur enn at spjaða – serliga tá umræður umsitingarligt ar­beiði. Her eigur tað almenna at hyggja og læra. Sum nú er, er fyrisitingin spjadd í alt ov nógvar ættir. Harvið eru eisini ov nógvar óneyðugar útreiðslur.
Verður miðfyrisitingin savn­­að í einum bygningi, gerst raksturin av tí al­menna bí­ligari. Tá kunnu starvs­­fólk­ini í aðalráðunum – og tey eru oman fyri 150 í tali - arbeiða og sam­starva undir somu lon. Arbeiðs­lagið verður høg­ligari og ódýr­ari.
Tað er einki at taka seg aft­ur í, at Hoyvíkin liggur stak væl fyri, hugsa vit um stað­­­seting.
Verður fyrisitingin savn­að í Hoyvíkini, styðjar hetta eisini upp undir, at fólk kunnu verða búsitandi í størri parti av landinum og ar­beiða í landsins umsiting.
Av tí sama eigur landið eisini at hyggja at, hvussu aðrir almennir stovnar kunnu verða lagdir so nær nýggja vegamótinum sum gjør­­ligt.
Hetta er øllum samfelag­num til gagns.
Verður umsitingin samlað nær tunnilsmunnanum streym­­oyar­megin, tálmar hetta eisini trýstið á vegirnar í Havnini. Ikki nógv. Men eitt vet. Fylgja haraftrat aðrir almennir stovnar í hølunum á miðfyrisitingini og finna seg til rættis í Hoyvíkini, fara enn færri bilar at brúka alt ov nógva tíð í bíðirøðum um morgnarnar og eftir arbeiðs­tíð. Hetta merkir samstundis, at miðbýurin í Havn fær nýggjar møguleikar at menna seg í einum umhvørvi við færri skrivstovubygningum og fleiri íbúðum.
Tað er eingin ivi um, at privata vinnulívið alt fyri eitt fer at gagnnýta møgu­leikarnar og ovurstóru fyri­munirnar, sum skjóta sam­bandið millum Norð­oyggj­ar, Eysturoynna og høvuðss­taðin ber við sær. Men tað al­menna má eisini fylgja við og skipa seg eftir nýggju for­treytunum.

Gott fyri búskapin
Eysturoyartunnilin økir munandi um flytførið hjá bæði vanliga føroyinginum og smáum og stórum fyri­tøk­um. Tunnilin sjóðar okkum betur saman, styttir dagligu farleiðina hjá fleiri túsund fólkum við nærum hálvum øðrum tíma og styrkir harvið bæði okkara kappingarføri, búskap og framleidni.
Tá Eysturoyartunnilin er komin, kunnu fólk úr Norð­oyggjum, Eysturoynni, Vág­oynni og Streymoynni vera í Hoyvík eftir 45 minuttum – og í nógvum førum er koyri­tíðin styttri. Tá eru 36 minuttir úr Klaksvík til Hoy­víkar og 16 minuttir úr Runavík til Hoyvíkar. Hesir teinar taka við verandi vega­kervi ávikavist 68 og 64 minuttir.
Hetta er ein øgilig sparing. Og harvið eisini ein øgiligur vinningur fyri samfelagið.
Men vit eiga eisini at krevja, at tað almenna um­skipar seg, tá vegakervið er fyri so stórum broytingum.

Samfelagið má verða dagført
Tað munna vera fá lond í heiminum, ið hava so gott vegakervi innanlands sum Føroyar, tá tær verða knýttar saman við undirsjóvartunli millum Streymoynna og Eyst­uroynna. Hetta sigi eg ikki fyri at rósa okkum sjálv­um. Men tá vit byggja út land okkara so miðvíst, sum alt bendir á, at vit gera komandi árini, tá mugu øll onnur lið í samfelagnum fylgja við.
Hvussu nógv land­ið fær burtur úr Eysturoyar­tunli­num veldst um, hvussu væl vit fyrireika okkum til dagin, tá tunnilin letur upp. Landið skal elta slóðina hjá teimum privatu, ið longu leggja til rættis framtíðar virksemið eftir broyttum fortreytum. Tess betur vit fyrireika okk­um til 2019, tess betri verður samfelag okkara fyri, tá tunn­ilin letur upp.
Ynskja vit eitt væl rikið samfelag, er avgerandi neyð­ugt at hyggja at, hvussu vit kunnu trimma almenna geir­an. Kunnu vit um somu tíð tvinna fólkið í landinum betur saman soleiðis, at so nógv sum gjørligt hava javn­ari atgongd til arbeiðs­pláss hjá tí almenna, eru vit væl á veg.
Tá hava vit dagført sam­felagið til 2019 og nógv ár fram í tíðina.