ÍSB nýggja avtalu

Ítróttarsambandið fyri Brekað hevur gjørt stuðulsavtalu við Føroya Banka fyri næstu tvey árini. Virksemi hjá ÍSB er nógv vaksið seinnu árini, og til tað krevst sjálvsagt nógvur peningur.
Við stuðlinum frá Føroya Banka metir ÍSB seg eisini at hava fingið viðurkenning fyri tað arbeiði, ið verður gjørt teimum brekaðu at frama.