Schürrle handilin avgreiddur

Chelsea hevur fullført keypið av Andre Schürrle frá Bayer Leverkusen, eftir at týski áleyparin hevur skrivað undir ein fimm-ára sáttmála.

 

Tað skriva fleiri enskir miðlar, millum annað Sky Sports.

 

22 ára gamli Schürrle flytir til Stamford Bridge frá Bundesliga felagnum, sum hann kom til í 2011, eftir at pappírsarbeiðið er gjørt og obligatoriska læknakanningin framd.

 

Longu 13. juni varð kunngjørt, at feløgini vóru komin ásamt um ein prís, og smálutirnir hava tikið tíð, men nú hevur Schürrle fingið troyggu nummar 14 í Chelsea.

 

Andre Schürrle hevur umboðað Týskland á U19 og U21 stigi, og hann fekk sín debut á A-landsliðnum í november 2010, meðan hann enn spældi við Mainz 05, sum hann kom til frá Ludwigshafen.

 

Hann var skiftir inn seint í einum vinardysti móti Svøríki, og hevur skotið sjey mál fyri landsliðið í 24 dystum.

 

Fyrsta kappingarárið við Leverkusen skoraði hann níggju mál í 40 dystum, og seinasta kappingarár skoraði hann 14 mál í 43 dystum.

 

Við heimasíðuna hjá Chelsea sigur hann: Eg eri ógvuliga feginum at hava skrivað sáttmála, og tað er ein æra fyri meg at spæla við einum so stórum felag, saman við so góðum spælarum framman fyri so framúr skarandi viðhaldsfólkum.

 

Hann gjørdist samstundis fyrsta keypið, síðani Jose Mourinho kom aftur til Chelsea.

 

- Eg tosaði við mínar landsliðsstarvsfelagar, Sami Khedira og Mesut Özil, sum hava spælt undir Mourinho í Real Madrid, og teir søgdu báðir, at hann er besti venjari, teir hava leikt undir, sigur Andre Schürrle.