Átta av heimsins bestu skjúttum í hvørjum bólki møtast leygardagin og sunnudagin. Tað er skjúttar, sum gjøgnum summarið hava luttikið í fýra World Cup kappingum kring heimin, og sum hava vunnið sær pláss í hesari kappingini.
Schandorff Vang var dómari í umfarinum, sum var í Turkalandi.
World Cup er mest týðandi kappingini hjá bogaskjúttum, tí skjúttarnir hava møguleikan at vinna nógvar pengar. Serliga fær vinnarin væl burtur úr fíggjarliga.
Vinnararnir í hvørjum bólki fáa 25.000 USDollarar hvør, eins og vinnararnir fáa hvør sítt Longines ur og fleiri aðrar framleiðaragávur.