Schmeichel fer at syngja Havn í summar

Fótbóltslegendan Peter Schmeichel kemur at framføra á Tórsfest 2023 saman við bólkinum The Ones! 

 

Tað munnu vera tey fæstu, ið vita, at málmaðurin – ið tey flestu kenna frá stórheitstíðini hjá Manchester United – eisini er tónleikari.

Hann sigur seg altíð hava havt ein stóran áhuga fyri tónleiki, men hevur ikki fyrr enn nú fingið hug og dirvi til at halda konsertir, og verður tað tí ein heilt serlig framførsla á Tórsfest í summar. 

Hugskotið til bólkin ‘Peter Schmeicel & the Ones’ kom, tá Peter var á konsert hjá Magtens Korridorer í 2017. Teir møttust eftir konsertina, blivu vinir og fóru at spæla tónleik saman og hava síðan stovnað bólkin Peter Schmeichel & the Ones, ið nú leggja leiðina framvið miðbýnum í Havn tann 22.juli, tá Tórsfest er á skrá. 

Frammanundan er greitt at Lukas Graham og Páll Finnur Páll koma á Tórsfest og vit gleða okkum at kunngerða fleiri nøvn í næstum, tí Tórsfest verður ársins veitsla!