Schmeichel vitjaði á Amager

Fyrrverandi danski landsliðsmálverjin hevur áður verið blandaður í tos um nýtt stórstadion, og vitjan hansara á Amager kann illa metast sum annað enn ein roynd at fáa stóra málverjan við í nýggju ætlanina á Amager

Fótbóltur

 

Talan var um fína vitjan, tá Fremad Amager í gjár spældi dyst móti Glostrup sunnudagin.

Millum gestirnar á Stadion var nevnliga ein tann størsta danska fótbóltshetjan seinastu nógvu árini, Peter Schmeichel.

Tað vakti sjálvandi ans millum áskoðarnar, at so var, og ivaleyst vóru fleiri, sum grunaðu um, hvør orsøkin mundi vera.

Ein møguleiki er sjálvandi, at Peter tann stóri skal upp í ambitiøsu ætlanina við FC Amager. Sjálvur hevur málverjin áður roynt seg sum felagseigara, men sæð burtur frá at ævintýrið í Hvidovre kostaði málverjanum nakrar av teimum mongu milióununum, sum hann hevur forvunni sær á yrkisleiðini, so var avmarkað, hvat annað kom burtur úr teirri ætlanini.

 

Við í stadion-ætlan

Hinvegin hevur Schmeichel áður verið íblandaður eina verkætlan um at gera nýtt stadion í Keypmannahavn.

Sum vit skrivaðu í hósdagsútgávu okkara, so er Fremad Amager Invest annar av stovnarunum av Copenhagen Multiarena, sum eftir øllum øllum sólarmerkjum at døma skal standa fyri bygging av nýggjum stórstadion á Amager.

Og tí er serstakliga væl hugsandi, at Todi Jónsson & co. við hesum vilja toga eitt tað størsta danska ítróttarnavnið nakran tíð við í ætlanina. Um tað so eydnast ella ikki, er helst ov tíðliga at siga nakað sum helst um. Men undir øllum umstøðum er tað neyvan vánaligt pr, um eitt somikið stórt navn verður knýtt at ætlanini gjøgnum gitingar í miðlunum.

Sosialurin tosaði í gjár við Heina Zachariassen, nevndarformann í Fremad Amager Invest, men hann segði seg bara kunna vátta, at Schmeichel var á Stadion, og aðrar viðmerkingar hevði hann ikki til tað.