Tað gjørdist til eitt rock-show, sum neyvan er sæð ella hoyrt aður her á leiðum, tá Scorpions fór á pall í Klaksvík Tað er neyvan at taka munnin ov fullan, tað sagt verður, at Scorpions borgaði fyri feitastu rock-konsert, ið hevur verið her á landi.
Hóast byrjanin tyktist veik, og ljóðið ikki tyktist vera í toppi, so gjørdist alt bara nóv betri,tá alt so við og við kom á pláss, og manningin eisini var upphitað.
Tað gjørdist júst tað brakið av eini konsert, sum mong høvdu væntað og vónað.
Tá lagið Holiday ljómaði, var hetta byrjanin uppá røð av løgum, ið fjøldin kennir, og nú var alt eisini í toppformi, bæði ljóð og tónleikur.
Eitt brak av eini konsert, ið skrivar søgu, og har t.d. trummusolo´in stendur eftir, tí her var alt sum ein verulig rockkonsert skal hava. So einfalt er tað!
Scorpions svíktu ikki.