TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr eina samrøðu, sum in.fo bandaði fyri lítlari løtu síðani, har prátað var við høvuðsvenjaran hjá føroyska kvinnulandsliðnum í hondbólti, Scott Harrington.
Føroysku kvinnurnar vunnu 25-24 á Grikkalandi aftaná eina rættiliga greiða 15-10 leiðslu í steðginum. Scott Harrington viðgongur, at seinni hálvleikur var ógvuliga nervafullur, tá griksku kvinnurnar ótu seg spakuliga inn á Føroyar, og dysturin lá á vippuni.
Í samrøðuni fortelur Scott Harrington eisini um ta allarseinastu løtuna, tá føroysku kvinnurnar fingu tað avgerandi málið.
Scott Harrington staðfestir, at fyrri hálvleikur var framúr góður. Hann heldur, at griksku kvinnurnar undirmettu føroyska liðið, og tí megnaði føroyska liðið at yvirraska grikska liðið, og fáa sær eina góða hálvleiksleiðslu, sum taldi væl í samlaða roknistykkinum.
Grikkaland vann 29-20 á Finnlandi ígjár, men Scott Harrington undirstrikar, at tað merkir ikki, at dysturin ímóti Finnlandi verður lættur. Finnland undirmetti Grikkaland og fekk eina skeiva byrjan, og vil gera alt fyri at rætta um sítt umdømið í dystinum ímóti Føroyum í morgin klokkan 13 føroyska tíð.
Hinvegin heldur Scott Harrington, at spælir føroyska liðið upp til sítt besta, so hevur føroyska liðið møguleika at fáa minst ein javnleik, sum hevði gjørt, at føroyska liðið hevði vunnið seg víðari til høvuðs EM-undankappingina.
Aftaná dystin ímóti Finnlandi í morgin fer in.fo aftur at ringja til Scott Harrington fyri at taka samanum.