Seðlar
Tað varð gjørt nógv burturúr, nú nýggja føroyska seðlarøðin er liðgt. Fyrsti seðilin í hesari kom fyri góðum fýra árum síðani, tá sumbingar fingu sína bygd á nýggja 50-krónuseðilin, og síðani eru 100, 200 og 500 krónu-seðlarnir so líðandi lagstir afturat.
Tjóðbankin hevði saman við Landsstýrinum skipað fyri lítlari móttøku, nú seinasti seðilin í røðini varð sendur í umfar.
Lítil fuglur á stórum seðli
Torben Nielsen, sum vegna Tjóðbankan hevði orðið á tíðindafundinum, var skjótur at stafðesta, at bæði tey og landsstýri hildu seg vera sera væl nøgd um nýggju røðina, sum nú er givin út. Ikki minst tóktist hann sjálvur at halda nógv av akvarellunum hjá Zacharias Heinesen, sum prýða seðlarnar, umframt at seðlarnir við serstøku náttúrumotivum sínum eru nakað øðrvísi - og kanska vakrari - enn pengaseðlar ofta eru.
Á størsta seðilinum í røðini, er tað ein av teimum smærru fuglunum í Føroyum, sum er valdur sum motiv. Ein ungur grágrælingur í vetrarbúna sæst flúgva, og Torben tóktist mest sum vera hugtikin av sterku kontrastunum, sum í myndini. Kontrastir, sum tó eisini eru við til at økja um trygdina á seðlunum, segði hann. Hetta tí ein mynd við nógvum detaljum og mótsetningum er trupul at eftirgera, so eisini á tann hátt tænir myndin einum endamáli.
Aftan fyri flúgvandi grágrælingin er mynd av einum fuglaflokki, og eins og myndin á baksíðuni, so er tað Zacharias, sum hevur gjørt hesa.
Baksíðan er annars ein mynd við útsýni av sandinum á Sandi, og hetta hevur eisini tilknýti til grágrælingin. Stóri sandurin er nevnliga eisini tilhaldsstaður hjá hópi av fuglum - teirra millum grágrælinginum.