Nú er greitt, nær seðlarnir Hvalvíksgrindini í dag, koma út Nú líður so mikið væl at býta grindina, sum legði beinini í Hvalvík í dag, at tað greitt, nær seðlarnir koma út.
Og tað verður klokkan eitt í nátt á havnarlagnum í Hvalvík, sigur Andrass Marr Poulsen, sum stendur fyri býtinum.
Tað er bæði býtt í drápspartar og í heimapartar, drápspartarnir eru eitt hálvt skinn og tey, sum fáa heimapartar, eru tey, sum búgva í Vestmanna Kommunu, Kvívíkar Kommunu, Sunda Kommunu og tey, sum búgva í Kaldbak, á Sundi og í Kollafirði
Tilsamans eru 185 hvalir merktir og skiftir.