Grindin, sum legði beinini í Sandagerði í morgun taldi 59 ella 60 hval sigur Jón Johansen, grindaformaður.
Tað var klokkan 7 í morgun, at fólk á Argjum sóu eina grind út fyri Tjørnunes á Nólsoy. Um áttatíðina legði hon beinini í Sandagerði.
Grindin er nú tikin upp og menn eru farnir undir at merkja teir 59 ella 60 hvalirnar.
Finnbogi Midjord, sýslumaður, er staddur í Suðuroy, men kemur til Havnar seinnapartin. Tá verður grindin býtt í drápspartar.
- Vit miða móti at fáa seðlarnar út klokkan 17. Fólk mugu annars fylgja við á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu, sigur hann.