Sea Shepherd er nú á veg til Føroyar við skjóttgangandi farinin, Brigitte Bardot.
Tað skrivar Paul Watson í nátt.
Løgreglan sigur, at tey hava eisini fingið boð um, at Báturin hevur loyst úr Hetlandi, men tey vita ikki meiri enn tað.
Verri er við flaggskipinum hjá felagsskapinum, Steve Irwin, tí hann hava hetlendskir myndugleikar lagt hald á.
Orsøkin er, at eitt útgerðarfelag á Malta hevur reist endurgjaldskrav ímóti Sea Shepherd, tí felagsskapurin hevur skrætt tunfiskagørn hjá skipum hjá felagnum.
Paul Watson sleppur tí ikki úr Hetlandi við Steve Irwin, fyrrenn tað málið er avgreitt.
Men ímeðan kemur hann higar við sermerkta farinum, Brigitte Bardot.
Hon er 35 metrar long og siglur 25 míl. Brigitte bardot er eini 15 ára gomul og varð smíðað at sigla verðina runt við.
Hon hevur eisini itið Gojira, sum er japanska orðið fyri Godzilla, sum er eitt kent skepilsi í filmsheiminum.
Myndirnar eru av Brigitte Bardot, sum nú er málað grá.