Sea Shepherd-felagsskapurin sigur, at hann hevur fingið sær eitt skip afturat, og at í fyrsta umfari skal tað taka lut í átøkunum ímóti japonsku hvalaveiðini í Suðuríshavinum í vetur.
Skipið, sum er bygt til at sigla í ísi, er fyrrverandi rannsóknarskip og hevur millum annað verið við í rannsóknum hjá veðurtænastuni í Japan.
Skipið hevur fingið navnið Sam Simon eftir manninum, sum hevur gjørt sjónvarpsrøðina Simpson, tí hann fíggjaði keypið, sigur Sea Shepherd.
Sam Simon liggur í løtuni í havn í Tasmania