Tey slóu við metallrørum og larmaðu, fyri at royna at styggja grindina út aftur, ljóðar ákæran móti teimum seks Sea Shepherd-fólkunum.
Tað er eyðsæð, at týðandi partur av verjuni hjá Jógvan Páll Lassen snýr seg um, hvørt tey veruliga larma so illa.
Ein danskur løgreglumaður, sum sat í einum av tyrlunum, ið flugu yvir sandinum, varð avhoyrdur. Hann hevði tikið myndir av tí, ið fyrifórst á sandinum, eins og at onkur annar í tyrluni hevði tikið kykmyndir.
Eftir at hann hevði greitt frá, hvat hann sá og hvørjum hann hevði tikið myndir av, spurdi Jógvan Páll Lassen, verji, nakrar spurningar um tyrluna og tyrluflúgvingina. Spurningarnir snúðu seg einamest um, hvussu nógv ein tyrla larmar, hvussu høgt hon fleyg og hvørja ávirkan, hon mundi havt á raksturin.
Danski løgreglumaðurin vildi tá vera við, at um hon hevði havt nakra ávirkan, so var tað at styggja grindina frá landi. Hetta var kanska júst tað, Jógvan Páll Lassen vildi fáa framm.
Jógvan Páll Lassen, verji, spurdi eisini tey flestu ákærdu, tá tey vitnaðu, um tað var nógvur larmur á sandinum, og tað váttaðu tey øll. Nógv geilan var frá fólki og bátum, eins og at tyrlurnar flugu yvir sandinum, søgdu tey, og tískil varð nógvur larmur.
Tá Karl Vidtfeldt so vitnaði, varð hann eisini spurdur um larmin. Karl Vidtfeldt segði, at eftir hansara tykki var eingin ivi um, at larmurin frá Sea Shepherdfólkunum fekk grindina at snara vestureftir. Jógvan Páll Lassen vísir tá eitt kykmyndabrot, frá tí løtu, tá tyrlan við løgreglufólkunum lendir á sandinum. Karl Vidtfeldt metir tyrluna at vera um 200 metrar frá grindini, sum er um 100 metrar úr landi.
- Heldur tú, at tey seks Sea Shepherdfólkini, sum eru 100 metrar frá grindini, larma meiri enn teir gott og væl 30 bátarnir, sum liggja beint aftanfyri grindina, ella tyrlan, sum lendir 200 metrar frá grindini, ella hin tyrlan, sum sveimur yvir sandinum, spyr Jógvan Páll Lassen tá.
Tó so, hóast Sea Shepherdfólkini sjálvi vilja vera við, at tey ikki larmaðu, og Jógvan Páll Lassen heldur, at onnur larmaðu nógv meiri, so fegnaðist leiðarin hjá Sea Shepherd, Paul Watson, um at tað virkaði so væl, at sláa metallrør móti hvørjum øðrum.
- Delfinmordararnir í Taiji sláa á metallrør fyri at skapa ein ljóðvegg, sum rekur delfinirnar frammeftir. Sea Shepherd royndi hetta í gjár fyri fyrstu ferð á strondini, tó at bátsmanningarnar hava nýtt hendan taktikkin fyrr við góðum royndum, at reka grindahvalir til havs við. Tað var ikki fyrr enn løgreglan legði upp í og rørini tikin burtur, at hvalirnir vendu aftir móti sandinum, skrivaði Paul Watson í gjár.