Sebastian og Lena Anderssen í Norðurlandahúsinum

Tað verður føroyska Lena Anderssen sum fer at framføra á konsertini hjá kenda danska trubadurinum Sebastiani, mikudagin 18. august í Norðurlandahúsinum.

Sebastian er í løtuni á konsertferð í Danmark og hava hesar konsertir verið sera væl móttiknar bæði av áhoyrarum og ummælarum.

 

Ofta verður sagt at ein konsert við Sebastian altíð er ein heilt serlig uppliving. Tey sum kenna Sebastian vita, at hann er ein framúr góður gittarleikari, er speiskur og ikki minst við seg sjálvan. Hann dugir sera væl at siga eina søgu og megnar sum fáur at rúnarbinda áhoyraran. Hann hevur hann skrivað nøkur sera góð løg og tekstir. Hesi teljast millum til tey allbestu løgini sum nakar dani hevur skrivað í nýggjari tíð. Slagarnir eru óteljandi. Eisini hevur hann skrivað sangleikir, filmstónleik. Eitt nú sangleikin »Ronja Ránsmannsdóttir«, sum varð framførdur í Føroyum. Aðrir sangleikir eru Skattaøen og Pippi.

 

Danskir »evergreens«

Flestu tilkomin fólk munnu kennast við sangirnar »Du er ikke alene«, »Rose«, »Den Lille Malkeko« »Romeo«, »Når Lyset Bryder Frem« , »Hodja fra Pjort«, »Her er sang«, »Måske ku vi«, »Stille før storm« , »80´ernes Boheme«, og vit kundu hildið áfram.

 

Sebastian skuldi annars hava konsert í apríl í ár, men tíverri bleiv hon avlýst vegna øskurok í ìslandi.