07 Vestur hevur fingið royndan málmann úr Danmark at verja málið hetta kappingarárið. Talan er um 27 ára gamla Sebastian John, sum seinast hevur spælt við HB Køge í Danmark, skrivar 07 Vestur.
Sebastian John byrjaði sína yrkisleið í Viborg. Her var hann eykamálmaður í 58 dystum í Superliga. Sebastian fór úr Viborg í 2018, har hann síðani hevur fingið royndir sum málmaður í næstbestu donsku deildini. Hann hevur spælt við Fremad Amager, Kolding IF, FC Fredericia og HB Køge. Umframt hetta var Sebastian úttikin donsku U17, U18, U19, U20 og U21 landsliðini, har hann hevur spælt níggju dystir.
- Sebastian er við sínum drúgvu royndum eitt sera gott íkast til unga 07 Vestur liðið. Hann kemur heilt sikkurt at verða okkum ein góður leiðari á vøllinum og íblástur til ungu spælararnar, skrivar 07 Vestur.
Hann avloysir Ara í Haraldsstovu Petersen, sum hevur skift til KÍ.