- Tað seinasta, vit hava frætt, er, at seðlarnir í grindini í Sandavági koma út nú klokkan 02, sigur løgreglan, tá In.fo fregnaðist fyri løtu síðan.
Upprunaliga var hetta mett at vera ein rímiliga stór grind, men tá avtornaði, løgdu 61 hvalir beinini.
Heimasíðan hjá Jóannesi Nielsen segði seg fyrr í kvøld vita, at hesir 61 hvalirnir geva tilsamans 395 skinn, ið skulu - sambært jn.fo - býtast í 870 drápspartar.