Seðlarnir koma út umleið klokkan 23.30 á Vestaru kei.
Hesum boðar Tórshavnar kommuna frá í kvøld.
Talan er um grindina, sum legði beinini í Sandagerði í dag,
Fyrst varð boðað frá, at seðlarnir skuldu koma klokkan 22:30, men hetta er útsett ein tíma.
Á hjáløgdu loftsmynd sæst, hvussu hvalirnir liggja. Byrjunar og endanummar í hvørjari hvalarekkju sæst niðanfyri.
Tað var tíðliga í morgun, at boðað varð frá grind í Hestfirði. Grindin varð rikin á Sandagerð.
Hvussu nógvir hvalir talan er um, vita vit ikki at siga enn, men á løgreglustøðini í morgun varð hildið, at hon lá um 200-300 hval.