Stóra navnið í donskum popptónleiki fer at framføra á Summar Festivalinum. Rasmus Seebach kemur til Føroya við bólki og øllum sínum hittum. Tað eru minni enn tvey ár síðani, at Rasmus Seebach gav sína fyrstu fløgu út, men fløgan gav honum eitt rimmar gjøgnumbrot beinanvegin. Eftir ongari tíð kundi Rasmus Seebach kappast við tey størstu nøvnini í donskum tónleiki, bæði á hitlistunum og í sølutølunum. Sjálvt Kim Larsen mátti víkja fyri nýggju poppstjørnuni á hitlistunum.
Rasmus Seebach hevur í meira enn 10 ár skrivað og framleitt tónleik saman við beiggja sínum, Nicolai. Teir hava gjørt tónleik til kendar danskar bólkar og einstaklingar. Men í 2009 valdi Rasmus Seebach at geva sína egnu fløgu út, og tað gjørdi hann til ein ta størstu poppstjørnuna í Norðurlondum.
Við sangum sum Engel, Den Jeg Er, Lidt I Fem og Glad Igen vann Rasmus Seebach upp á tónatindarnar, inn á dansgólvini og ? ikki minst ? inn á útvarpsrásirnar.
Sangurin Engel var ársins lurtarahitt á P3 í 2009, og sangurin hevur eisini verið nógv spældur í Føroyum. Rasmus Seebach hevur higartil selt meira enn 150.000 eintøk av fyrstu fløgu síni, og á Zulu Awards í fjør vann hann tríggjar heiðurslønir.
- Rasmus Seebach er nakað av tí heitasta og besta í donskum popptónleiki í løtuni, og í august kemur hann til Føroyar at framføra. Rasmus Seebach hevur bólkin hjá sær við, og hann bjóðar eitt ordans poppbrak á Vágsbøi fyrsta vikuskiftið í august, siga tey, sum standa aftanfyri Summar Festivalin í tíðindaskrivi.