Seglskip og bátar stevndu inn á Vág

Í kvøld klokkan 21.30 verður felagssangur í stóra tjaldinum á bryggjuni, og klokkan 22.30 verður føroyskur dansur.

Tað merkist, at Nordisk Kystkultur er byrjað, og at Føroya Regatta nú setir sín serstaka dám á Vág. Viðhefta mynd er tikin tíðliga í kvøld, tá hábærsligu seglskipini stevndu inn eftir vágni í Vági.

 

Skip og bátar úr Noregi, Danmark, Íslandi og Føroyum hava leitað sær til Vágs. Ein røð av ymiskum tiltøkum verða eisini, og her verða framførslur, har fólk úr Grønlandi, Íslandi, Noregi, Svøríki, Danmark og Føroyum fara at vísa kynstur.

 

Fleiri forvitnisligir fyrilestrar verða eisini hildnir.

 

Norðurlendsk Strandamentan er eitt samstarv millum norðurlendsk strandalond, og í ár verður stevnan so hildin í Vági undir heitinum "Havet som næringsvej”.

 

Sambært skránni stevndi regatta-flotin við føroyskum og norðurlendskum skipum inn á Vág um 18-tíðina í kvøld, og nú millum klokkan 19 og 21 fara føroysku træseglskipini at hava opið skip, har fólk eru vælkomin umborð at síggja, hvussu lívið var umborð í sluppunum í gomlum døgum.

 

Klokkan 19.30 skuldi Dennis Holm, borgarstjóri í Vágs kommunu, bjóða vælkomin, og síðan skuldi løgmaður, Aksel V. Johannesen, alment seta stevnuna.

 

Formaðurin fyri felagið Føroysk Træseglskip, Hans Eli Hansen, og formaðurin fyri Felagið Kysten í Noregi, Asgeir Svendsen, skuldu eisini bera fram heilsan, samstundis sum Tvøroyrar Hornorkestur og onnur luttóku.

 

Í kvøld klokkan 21.30 verður felagssangur í stóra tjaldinum á bryggjuni, og frá klokkan 22.30 til 23.30 verður føroyskur dansur við luttøku av Jómsvíkingum og Sumbiar Dansifelag.