Í 10. umfari í 2001 eydnaðist tað B68 at vinna við tveimum málum móti einum á HB. Tilveran í bestu deildini hevur verið skiftandi hjá toftamonnum seinnu árini, men tað hevur ikki eydnaðst B68 at fingið fult móti teimum reyðu og svørtu síðan. Stóra hetjan í dystinum fyri sjey árum síðan var Fróði Benjaminsen, sum stóð fyri báðum málunum. Í dag er landsliðsleikarin liðskipari hjá HB.