Seinasta freist at søkja inn á klædnadeildina er í morgin

Í annaðkvøld á midnátt er seinasta freist at søkja inn á klædnadeildina í Glasi og í tí sambandi greiða Beinta Mouritsen og Laila av Reyni, lærarar á deildini, frá um útbúgvingina.

 

 

- Í næstu viku hevur Pipar & Salt frumframførslu. Tad krevur sketchir, tónleik – og, ikki minst, búnar. Og uppgávan at gera hesar búnar, hevur klædnadeildin á tekniska skúla stadid fyri. Vit hava havt eitt spennandi samstarv vid Pipar & Salt farnu vikurnar, og tad hevur sjálvandi verid stuttligt hjá næmingunum at vera vid til, siga Beinta Mouritsen og Laila av Reyni, lærarar á klædnadeildini.

 

 

Eisini menninir handan Pipar & Salt eru nøgdir vid samstarvi. - Vit brúka eina rúgvu av búnum, og teir eru ein avgerandi partur av teimum ymisku “karakterunum”. Tí er tad, næmingarnir hava gjørt, ein týdningarmikil partur av øllum. Og tad er ikki sørt, at næmingarnir eru komnir vid hugskotum um annad enn búnar, siga Sjúrður Skaale og Jákup Veyhe í tíðindaskrivi frá Glasi.

 

 

Hetta er ikki einasta uppgáva av slíkum slag, klædnadeildin hevur. Til tær stóru musical-framførslurnar hjá Glasi er tad eisini klædnadeildin, sum stendur fyri búnunum.

 

 

- Tad er millum annad hetta sum ger útbúgvingina so serstaka og spennandi. Tad er ikki bara turrislig skúlagongd. Næmingarnir eru vid til at fremja konkretar verkætlanir, har teir arbeida saman vid spennandi fólki, og tad gevur teimum upplivingar, sum ikki fáast so nógva adrastadni. Men tey, sum ætla at søkja inn á klædnadeildina í ár, mugu skunda sær. Seinasta freist er í morgin, siga lærararnir.