Tey Grønu megna akkurát ikki um sperrumarki í síðstu veljarakannigini áðrenn spennandi valið í Noreg í morgin.
Borgarliga stjórnin í Noreg stendur til at varðveita valdið við minst møguliga meiriluta.
Tað vísir seinsta veljarakanningin, sum norska TV2 kunngjørdi í gjárkvøldið.
Men kanning, sum Kantar TNS hevur gjørt, vísir eisini, at bara fáar atkvøður kunnu gera, at Jonas Gahr Støre kortini verður nýggjur stjórnarleiðari.
Teir smáu flokkarnir eru stóru jokararnir á valinum, tí teirr liggju um sperrumarki, segði Frithjof Jacobsen, politiskur viðmerkjari hjá norska blaðnum VG, í gjár.
Og tað er júst ein av teimum smáu flokkunum, sum liggur á markinum at koppa vágskálina til fyrimuns fyri bláa blokk.
Í kanningini er Vinstri oman fyri sperrumarki upp á 4 proset. Flokkurin stendur til 4,6 prosent og tryggjar harvið borgarliga meirilutan í Stórtinginum.
Høyre hjá Ernu Solberg fær 23,8 prosent, meðanhin stjórnarflokkurin, Framburðsflokkurin, fær 14,6 prosent.
Kristilig Fólkaflokkurin, fjórði flokkurin í núverandi boargarliga meirilutanum, megnar við sínum 4,4 proentum at halda seg innan fyri sperrumarkið.
Um valúrslitið verður sum hesi tøl vísa, so kann høgri vongur í Stórtinginum varðveita stjórnarvaldið við minst møguliga meiriluta við 84 sessum í mun til 84 til andstøðuna.
Tey Grønu eru eins og Vinstri spádd at kunna avgera valið. Umhvørvisflokkurin, sum stuðlar Jonas Gahr Støre, er við 3,9 prosentum bara 0,1 prosentstig frá at vinna sær sessir í Stórtinginum.
Við umleið 3,7 milliónum veljarum skulu Tey Grønu bara hava slakar 4.000 atkvøður fleiri, enn kanningin bendir á, fyri at reyðgrøni vongurin kann vinna stjórnarvaldið.
Frammanunan hava fleiri enn ein millión nroðemnn atkvøtt. Í 173 av teimum 426 kommununum lata valhølini longu upp í dag.
/ritzau/NTB