Eftir at hava búð í Danmark í fýra ár flutti Esther heim aftur til Føroya í 1967. Tá byrjaði hon at ganga við rokningum fyri Auto, og síðan 1970 hevur hon arbeitt á skrivstovuni. Fyrstu tíðina var skrivstovan í ovastu hædd í Føroya Banka í N. Finsensgøtu. Seinni var flutt í onnur skrivstovuhølir hjá Andreas Jacobsen (Andreas í Køkubúðini) í N. Winthersgøtu, har skrivstovan var í mong ár.
Eftir at bygningurin hjá Auto varð liðugt umbygdur í 2003, hevur skrivstovan verið har í egnum hølum.
Esther sigur, at hon hevur trivist væl í hesum starvi, hon hevur arbeitt mitt í býnum og er komin at kenna nógv fólk. Hon nevnir t.d. at tá hon byrjaði, kostaði ein býtúrur 5 krónur, nú kostar hann 60.
Sum ung arbeiddi Esther fisk, var í handli og á skrivstovuni hjá Valdemar Lützen í 6 ár. Hon búði í Danmark frá 1963-67, har hon eisini hevði skrivstovuarbeiði.
Esther er úr Havn og er í dag 68 ára gomul. Foreldrini vóru Kristina, f. Samuelsen, ættað úr Sumba, og Ansgar Nolsøe av Tvøroyri. Esther er næstelst av 6 systkjum.
Í 1965 giftist hon við Benny Drewsen úr Keypmannahavn, tey eiga trý børn: Svend Åge, sum býr í Hoyvík, Eyðfinn, sum býr í Kollafirði, og Anita, sum býr í Havn. Barnabørnini er trý.
Spurd hvat hon fer at gera nú, sigur Esther, at nú fer hon at geva sær meira tíð til familjuna og at vera saman við manninum, sum av heilsuáðum býr í Danmark. Hann býr í Skovlund, nærhendis Varde, í Jútlandi.