Kappingarlok
Tað hevur verið mest sum fastur siður seinnu árini, at kappingin í bestu fótbóltsdeildini her heima endar ein leygardag. Ein siður, sum ivaleyst man vera komin væl við hjá nógvum, tí tað er helst ikki altíð so lætt at skula tíðliga til arbeiðis dagin eftir, at eitt langt kappingarár er runnið.
Orsøkin til, at seinasti leikdagurin so oftani hevur verið leygardag, hevur tó í flestum førum verið skráin hjá fótbóltslandsliðnum. Aloftast hevur tað nevnliga verið so, at landsliðið hevur átt ein dyst eftir, tá komið er út í oktober mánað, og fyri at geva landsliðsvenjaranum ein dag eyka at savna menn sínar, hevur leygardagurin verið nýttur.
Í ár er tó eitt sindur øðrvísi. Landsliðið endaði sína undankapping við tapinum fyri Litava á Svangaskarði, og tí kann hendan grundgevingin so ikki nýtast fyri at framskundað seinasta leikumfarið.
Skráin er eisini løgd soleiðis, at endað verður ein sunnudag, men fleiri feløg hava tó givið til kennar, at tey heldur enn fegin sóu hetta broytt. Tosað hevur verið aftur og fram um hetta, og nú er so eisini líkt til, at Fótbóltssambandið er farið í holt við kanna, hvørt hetta er gjørligt.
Trupulleikin í hesum er tó, at tað kann fara at knípa við dómaraásetingum til dystirnar. Onnur deild endar sína kapping leygardagin, 4. oktober, og skal talan verða um fult leikumfar í teimum báðum fremstu deildunum hendan dagin, so fer tað uttan iva at standa á at fáa dómarar.
Dómaraásetingin fyri seinasta umfar skuldi viðgerðast fríggjadagin eftir evstamark okkara, men sum skilst, so verður arbeitt við ymsum loysnum fyri at fáa kabalina at ganga upp. Ein loysn, sum hevur verið umrødd, er at flyta onkran av dystunum í aðru deild til fríggjakvøld, um so er, at hesir ikki koma at hava avgerandi ávirkan á upp- ella niðurflyting. Í skrivandi løtu er einasti dysturin í so máta tann ímillum B36 og longu niðurflutta B68, men alt eftir úrslitunum nú leygardagin, og alt eftir úrslitinum av dómsnevndarviðgerðini av dystinum, AB-Sumba, so kann talan eisini gerast um aðrar dystir.