Jákup Mikkelsen heldur, at hóast avbjóðingin er stór, so er føroyska liðið væl fyri undan risa avbjóðingini í kvøld.
- Eg haldi, at vit eru væl fyri. Kappingin hjá okkum er akkurát liðug, og menn skuldu gjarna verið í toppform. So eg haldi, at vit eru væl fyri.
- Sjálvandi er tað keðiligt, at nakrir mans eru leikbannaðir, men tað hava vit vita í eina tíð, so tað er ikki nakað, sum órógvar stórvegis.
Í heimadystinum móti Fraklandi mátti Jákup bert tí einu ferðina inn í meskarnar eftir bóltinum. Og hann vónar, at støðan ikki verður verri hesaferð.
- Sjálvandi hevði verið best, um vit hildu málið púra reint. Hinvegin vita vit, at mótstøðan er sera sterk, og at vita koma at standa undir stórum trýsti. Men tá vit fara á vøllin, er málið í øllum førum at halda fast um javnleikin, sigur Jákup Mikkelsen.