Seinasti møguleikin hjá Helle

Fólkatingsvalið í heyst verður tann seinasti møguleikin hjá Helle Thorning-Schmidt at basa einum sitandi forsætisráðharra, og vinnur hon ikki, eigur hon at fara frá sum formaður í sosialdemokratiska flokkinum.

Tað halda 55 prosent av teimum, sum eru spurd í einari meiningakanning, sum Megafon hevur gjørt fyri Politiken og TV2. Kanningin vísir eisini, at 42 prosent av hennara sosialdemokratisku veljarum siga tað sama.

Hinvegin fær Lars Løkke Rasmussen heldur longri tjóður frá veljarunum. 29 prosent siga, at tapir hann næsta fólkatingsvalið, eigur hann at fara úr formansstarvinum hjá Vinstra, men 48 prosent halda, at hann eigur at halda fram sum formaður, um hann tapir. Hansara egnu veljarar eru tó ikki so avgjørdir, tí bara 20 prosent av Vinstra-veljarunum halda, at ein ósigur í heyst eigur at kosta honum formansstarvið í flokkinum.