Seinasti nátadagurin royndist misjavnur

Leygardagin fingu nógvir nátabátar lítlan fugl, meðan fáir bátar fingu nógvan fugl. Best royndist dagurin hjá teimum, sum vóru norðanfyri

Heyst

 

Nátungatíðin er nú av álvara farin at styttast. Í dag skriva vit 8. september, og tað merkir, at vertíðin er við at ganga undan. Um viðrar, kunnu enn nakrir fuglar fáast á sjónum, men frískar hann lotið, gerst einki, tí tá fer alt, sum enn er eftir á sjónum, á flog.

Leygardagurin royndist misjavnur hjá bátum, sum tóku náta, men yvirhøvur royndist hann slakur.

Bátar, sum vóru eystanfyri, fingu ikki tað stóra gjøgnum dagin, meðan onkur bátur, sum var norðanfyri, hevði góða veiði.

Sosialurin hevur frætt, at bátar hendan dagin lógu heilt úr 4 fuglum upp í 350.

Onkur bátur, sum var byrjaður eystanfyri, gavst at taka, tí morgunin ikki royndist. Teir riggaðu av og fóru heldur á marknaðinum í Vágsbotni við fugli, teir høvdu fingið fyrr í vikuni.

 

Slakur marknaður

Tað hevur viðrað hampiligt í nátungatíðini í heyst. Fleiri dagar hevur verið roynandi, tó at líkindini ikki vóru tey allar bestu. Í síðstu viku lotaði hann fleiri dagar av landnyrðingi, og tá kemur alda í sjógvin eystanfyri.

Líkt er tó til, at rímiliga nógvur náti er tikin á báti, og dúgliga hevur verið selt á nýggja marknaðarplássinum í Vágsbotni, sum í nátungatíðini rættiliga er komið til sín rætt.

Teir fyrstu á marknaðinum byrjaðu at selja fuglin fyri 100 krónur fyri hvønn, men skjótt fall prísurin niður á 70 krónur, har hann síðan hevur hildið sær.

Væntandi er, at menn fara at síggjast á marknaðarplássinum í Vágsbotni við nátunga tað mest av hesi vikuni, men tá vikan er úti, fæst neyvan nátungi til keyps aftur.