Seinasti slaturin: Ribery til Chelsea

Í dag er seinasti dagurin, at keypsvindeygað er opið, og tað hevur altíð nógvar søgur við sær.

 

Serliga er tað Arsenal, ið er nógv í slaturspaltunum, men kanska mest óvæntaða søgan er hon, at Chelsea skal hava bjóðað 30 milliónir pund fyri franska landsliðsleikaran í Bayern München, Franck Ribery.

 

Carlo Ancelotti royndi í fjør at keypa Ribery, men tá smekkaði Bayern stjórin, Uli Höeness eitt 88 milliónir pund príssklti á leikaran, so tað varð av ongum.

 

Nú ljóðar, at Bayern München er meiri rímiligt í prísinum, men krevur framvegis 36 milliónir pund fyri Ribery.

 

Daily Mirror vil vera við, at Alvaro Pereira skal skifta frá fyrrverandi felagnum hjá Andre Villas-Boas, Porto, til núverandi felag hansara, Chelsea, fyri 20 milliónir pund.

 

Allir handlar skulu avgreiðast áðrenn miðnátt í kvøld, so skal leikarin náa til læknakanning, skal gerast skjótt av.

 

Tað ljóðar, at tveir ella tríggir leikarar eru á veg út gjøgnum hurðina á Stamford Bridge. Teir skulu vera Florent Malouda, sum Arsenal vil hava, umframt Salomon Kaloue og Yossi Benayoun, tó at tað er meiri ivasamt, hvar teir so skulu enda.

 

Arsenal hevur keypt koreanska Chu Young-Park frá Marseilles fyri tríggjar milliónir pund og skal eisini hava bjóða upp á heilar 25 milliónir pund (met fyri felagið) fyri 21 ára gamla fraklendingin, Yann M’Vila frá Rennes. Eisini skal Arsenal verða áhugað í Everton-leikarunum, Mikel Arteta og Marouane Fellaini, eins og miðvallarleikarin hjá Napoli, Marek Hamsik stendur á ynskilistanum.

 

Eitt annað felag, sum er nógv úti um seg á leikaramarknaðinum, er QPR, sum leingi hevur verið sett í samband við Shaun Wright-Phillips, ið annars hevur leikt í Manchester City seinastu árini.

 

Hesi eru nøkur av tíðindunum, ið eru at finna á ensku heimasíðunum í dag.