Seinasti valsur við ZZ

Zinedine Zidane takkar endaliga fyri seg, tá HM-kappingin 2006 er av. Við hesum sigur fótbóltsheimurin farvæl við ein spælara, sum hevuur skrivað seg í minnini hjá alskyns fótbóltselskarum

HM Bólkur G

Hóast hann í Real Madrid hevur spælt við 5-talinum á rygginum, so er Zinedine Zidane helst tann mest ektaði 10arin, sum fótbóltsheimurin hevur sæð, síðani Maradona gjørdi um seg í Napoli og á argentinska landsliðnum. Ein spælari, sum stýrir at kalla øllum spælinum hjá sínum liði. Og sum við snarandi driblingum ella djúpum sendingum er maður fyri at toga mest sum hvørja einastu verju í heiminum sundur. Og sum eisini er førur fyri at skjóta tey sublimu málini, sum til dømis framúr heilfluktarin í Champions League finaluni móti Leverkusen í 2002.

Komu aftur
Tað var annars als ikki ætlanin, at Zidane skuldi vera við í hesum HM-endaspælinum. Eftir EM í 2004 boðaði hann frá, at hann nú helt tíðina vera komna til at biðja landsliðnum farvæl. Ein støða, sum eisini aðrir stuðlar á liðnum høvdu. Saman við Claude Makelele og Liliam Thuram kom Zidane tó aftur móti endanum av undankappingini.
Sessurin hjá Fraklandi var í vanda. Liðið hevði tørv á royndum spælarum og teirri innspræning, sum eitt nú Zidane kundi geva, og móti Føroyum var sterki tríbólkurin aftur á liðnum, sum eftirfylgjandi vann altavgerandi dystin í Dublin við einum máli frá Thierry Henry.
Og eingin ivi er um, at teir tríggir »afturvendu musketerarnir« eru ein sentralur partur av fronsku HM-vónini. Spurningurin er bara, um teir framvegis orka at toga seg upp á hæddirnar, sum seinasta partin av seinastu øld lyftu Frakland upp á støðuna sum heimsins sterkasta fótbóltstjóð.
Tað kann telja rætta vegin, at motivatiónin framvegis er í toppi hjá teimum. Ikki minst hjá Zidane, sum púrasta gevst við fótbóltinum eftir HM. Men motivatión í sjálvum sær er kanska ikki nóg mikið.

Tað eru tó eisini aðrir spælarar enn omanfyrinevndu tríggir, sum kunnu gera um seg hjá Fraklandi. Í Henry og Trezeguet hevur landið eina álopsduo í absoluttum heimsflokki. Og hóast tað sjálvandi er dyggur smeitur, at Cissé breyt sær beinið í seinastu fyrireikingunum til HM, so nýtist hetta ikki at vera nøkur vanlukka. Serstakliga ikki, tá Raymond Domenech hevur ein mann sum Ludovic Giuly úr Barcelona at taka til sum eykamann.
Á miðvøllinum syrgir Vieira saman við Makelela fyri defensiva partinum, og í verjuni borga menn sum Gallas og Sagnol saman við Thuram fyri altjóða flokki.
So tað er avgjørt ikki nakað vánaligt lið, sum Frakland sendir á vøllin. Langt ífrá. Men onkursvegna tykist tað, sum skal rættiliga nógv ganga upp í eina hægri eind, um Frakland aftur skal finna leiðina móti ovastu tindunum.