Seinastu sýningar av Tvazz um vikuskiftið

Leikbólkurin TVAZZ fer nú undir all­ar­sein­astu sýn­ing­ar­nar av leikinum »Tey óndu«.

Lei­k­urin hev­ur ver­ið væl vitjaður, og hava á­skoð­ar­ar latið sera væl at. Evn­ið er kontroversielt og sum ein nevi beint inn í búk­in: Tá børn drepa børn.
Nógv hugsa sum so: »Hatta er so ó­hugn­a­ligt. Hatta fari eg ikki til!!« ella kanska: »Eg orki ikki at síggja børn líða. Eg fari ikki!!!«
Jú, kanska væl skiljandi. Men spyrt tú tey, sum hava sæð leikin, er við­merk­ing­in heldur: »Hatta fer beint inn í mag­an, og inn í hjarta, men sann­i­liga eisini til heil­an. Tí kann hatta sodnast, hatta ræð­u­liga evni.«
Um­­m­æ­l­ini í fjøl­miðl­um hava sum heild ver­ið sera góð og jalig.
Leik­­u­r­in leggur upp til kjak. Spurn­­ing­­ar­nar, sum liggja beint fyri eru m.a.: »Hvussu hava okkara børn tað her í Før­­oy­­um?«
– Tora vit at blanda okk­um uppí, um vit síggja eitt um­­sorg­­an­ar­svikið barn?
– Kundi hetta hent í Før­oy­um?
Og tí hevur TVAZZ eisini skip­að fyri kjaki aftan á sýn­ing­ina onkur kvøld. Har eitt fakfólk, eitt nú sosialráðgevar, sál­ar­frøð­ing­ar, barnavernd hava lut­tik­ið. Leikurin fær harvið eina lokala dimensjón. 
TVAZZ hev­ur eisini sýnt leik­in fyri miðnámsskúlum við eft­ir­fylgjandi orðaskiftið.
Seinastu sýningar til »Tey óndu« verða nú um vik­u­skif­tið 3., 4. og 5. februar klokkan 20 á Tjóðpalli Føroya. 
Eing­in eykasýning verður, tí Tjóð­pall­ur­in fer undir venj­ing­ar av næsta leikverki sín­um, siga tey í Tvazz.
Lesið eisini umrøðu hjá Ing­vør í Haraldsstovu á síðu 16