Seinastu skipini landa gulllaks í morgin

Tavan í Leirvík hevur keypt umleið 8000 tons av gulllaksi í vertíðini hesaferð, og tað er eitt vet meira enn í vertíðini í fjør.

Tað er mest at gera á Tavuni, tá gulllaksavertíð er - frá fyrru hálvu av apríl og nakað út í august.

 

 

Seinnu árini hevur Tavan í Leirvík keypt og virkað umleið 8000 tons av gulllaksi í vertíðini, sum vanliga byrjar í fyrru hálvu av apríl og endar, tá farið er um ólavsøku.

 

Joen Magnus Rasmussen, stjóri í Tavuni, sigur, at nøgdirnar, sum virkið hevur keypt í vertíðini í ár, eru umleið 8000 tons. Tað er eitt vet meira enn í fjør og eitt vet minni enn í 2019.

 

- Vit keypa seinastu gulllaksalastirnar hesa vikuna. Í dag landa Fuglberg og Skoraberg, og í morgin landa Polarhav og Stjørnan, sum verða teir seinastu bátarnir í vertiðini hesaferð.

 

Stjórin vísir á, at Eysturbúgvin og Vesturbúgvin eisini hava verið á gulllaksaveiði, soleiðis sum teir eisini hava verið onnur ár, men teir góvust við gulllaksinum herfyri.

 

Tað er nógv arbeiði á Tavuni í Leirvík í gulllaksavertíðini, og arbeitt verður í skiftivaktum. Nú gulllaksurin verður liðugur á hesum sinni, fer Tavan aftur at keypa og virka upsa.

 

- Seinni í heyst fara vit eisini at keypa og skera sild, sum verður kryddað í tunnur. Hetta hevur verið partur av okkara virksemi seinnu árini, leggur Joen Magnus Rasmussen aftrat.

 

##med2##

 

 

 

 

 

 

 

Tað er mest at gera á Tavuni, tá gulllaksavertíð er - frá fyrru hálvu av apríl og nakað út í august.

Gulllaksur livir í eystara og vestara parti av Atlantarhavinum. Føroyska veiðan hevur MSC-góðkenning.