Vegna vánalig veður er flogferðslan til og frá Føroyum seinnapartin í dag seinkað.
Fyrsta fráferð úr Vágum verður kl. 17.40, tá flogið verður til Keypmannahavnar.
Og 20 minuttir seinni - klokkan 18 - fer næsta flogfarið eftir ætlan á flog. Tað er til Billunds.
Atlantsflog heitir á fólk um ikki at koyra vestur, men heldur fylgja væl við á heimasíðuni atlantic.fo ella á tíðindaportalunum, har greitt verður nærri frá broytingunum.
Higartil í dag eru tvey flogfør farin og tvey flogfør lend.