Tað er nógv, sum vendir øðrvísi nú, enn tað gjørdi 17. mai, tá ið HB vann 1-0 á Argjum. Tá ið AB seinnapartin fer at vitja HB í Gundadali, hava bæði liðini nýggjan venjara. Fyrr í summar tók gamli meistaravenjarin Sámal Erik Hentze við á Argjum, og í dag fara Milan Cimburovic og Jan C. Dam fyri fyrstu ferð at hava ábyrgdina í HB.
-Liðið og spælararnir hava ikki avrikað á tí støðinum, sum teir eiga at megna. Tí er stóra avbjóðingin hjá okkum at leggja soleiðis til rættis, at sjálvsálitið verður størri, sigur Milan Cimburovic, sum skal fáa HB aftur á sigurskós, eftir at samlaða úrtøkan seinastu fýra ferðirnar hevur verið tvey stig!
Gunnar Haraldsen er tøkur aftur eftir leikbann. Tað er ivasamt, um Christian R. Mouritsen og Jóhan Troest Davidsen orsaka av skaðum eru førir fyri at spæla. Tað er greitt, at Andrew av Fløtum, Pál Mohr Joensen og Arnbjørn Hansen eru so mikið skaddir, at teir ikki eru førir fyri at spæla við HB ídag.
Talvan sigur, at tað er vón fyri stavn á Argjum, eftir at AB fyrr í summar var seks stig frá bjargingini. Tá ið AB í fyrsta umfari vitjaði HB, var úrslitið 2-2. Síðani tá hava broytingarnar verið stórar. Umframt at venjarin er skiftur úr, so vóru bara fimm spælarar á liðnum bæði í fyrsta umfari og síðsta sunnudag á heimavølli ímóti Víkingi, tá ið úrslitið var málleysur javnleikur.
Heðin Stenberg og Álvur F. Christiansen eru burturstaddir, og tað er ivasamt, um Sorin Anghel verður førur fyri at spæla ídag.
mynd: www.hb.fo