Seinnapartskaffi í Vági: Greiðir frá álvarsligum ferðsluóhappi

Seinnapartskaffi verður í Meinigheitshúsinum í Vági mikudagin. Pól Johannessen, ið starvast sum trúboðari, vitjar til seinnapartskaffi í Meinigheitshúsinum í Vági mikudagin.

 

Pól, ið er úr Hvannasundi, men býr í Klaksvík, kemur at greiða frá álvarsligum ferðsluóhappi á Gøtueiði, hann var við í fyri stórum ári síðan. Pól kemur at vísa myndir og tosa um avleiddar sjúkur og ávirkan, tað at koma fyri seg, deyða og fyrigeving.

 

Hann hevur greitt frá ymsastaðni í Føroyum og nú liggur leiðin so til Vágs, har øll eru vælkomin til seinnapartskaffi í Meinigheitshúsinum mikudagin frá kl. 16-17.30 og tað er ókeypis. Aftaná verður boðið til kaffi og kaku, siga stigtakararnir.