Skipasmíð
Skipasmíð er aftur vorðið ein partur av føroyskum handverki.
Tá ið Thor Alpha varð navngivin og latin eigarunum á Skála seinasta leygarmorgun, nýttu bæði stjórin á skipasmiðjuni, Eyðfinn Egholm og reiðarin, Hans Andrias Joensen, høvi at takka Landsfelag Handverkaranna fyri vælvild í sambandi við pólsku handverkararnar, sum hava gjørt og framvegis gera stálarbeiði á Skála.
Eyðfinn Egholm vísti á, at felagið hevur skilt tann týdning, sum slíkar verkætlanir hava fyri samfelagsbúskapin og segði seg vóna, at góða samstarvið fer at halda fram.
Hans Andrias segði, at felagið hevur gjørt tað møguligt at fáa handverkarar úr útlandinum at gera stálarbeiði.
- Tit eiga saman við táverandi landsstýri eina serstaka tøkk fyri, at hetta gjørdist møguligt, segði reiðarin.
Seinna skipið
Dánjal Andreassen, fyrisitingarleiðari á Skála Skipasmiðju, sigur, at meðan byggingin av Thor Alpha var nakað seinkað, bendir alt á, at tíðarætlanin við seinna skipinum, sum Thor letur smíða á Skála, fer at halda.
- Seinni nýbygningurin verður ætlandi liðugur um ólavsøkutíð, og tá fer hann – eins og hesin fyrri – av landinum til sandblásingar, metalisering og málingar.
Thor Alpha var í Assens í Danmark, har hetta arbeiði varð gjørt, men enn er ikki tikin avgerð um, hvar seinna skipið fer.
- Tað veldst um, hvørji tilboð vit fáa, leggur Dánjal aftrat.
Sosialurin var á Skála, tá ið sáttmálin um seinna nýbygningin varð undirskrivaður í matarhøllinia skipasmiðjuni. Tá varð eitt sindur gjørt burtur úr, at Thor-menninir, sum sigast at vera góðir fullveldismenn, vildu hava yvirtøkudagin at verða 14. september, og hetta er eisini tað, sum stendur í sáttmálanum.
- Jú, málið er, at seinni nýbygningurin verður latin eigarunum 14. september, og alt bendir á, at tíðarætlanin fer at halda, sigur fyrisitingarleiðarin.
Thor Alpha og nýbygningurin, sum stendur í byggihøllini á Skála, eru systirskip. Teir eru 55 metrar langir og 13 metrar breiðir.
56 póllendingar
Dánjal Andreassen sigur, at í løtuni eru umleið 140 mans í arbeiði á Skála Skipasmiðju, harav 56 póllendingar. 12 av hesum komu mánadagin í hesi vikuni.
- Eg haldi, at skipanin við pólsku handverkarunum virkar væl. Menninir arbeiða hjá okkum í einar tríggjar mánaðir í senn. Síðan fara teir heimaftur, og nýtt fólk kemur í staðin. Teir, sum eru her heima, tá ið høgtíð stundar til, fara vanliga heim at halda frí og koma so aftur, tá ið høgtíðin er av.
Hann sigur, at flestu handverkarar, sum einaferð hava verið á Skála, koma oftast aftur, tá ið tíðin gongur, og teir sambært skipanini kunnu koma aftur higar.
- Vit eru stak væl nøgdir við hesar menn og tað handverk, sum teir gera fyri okkum, sigur Dánjal.
Vit spurdu eisini fyrisitingarleiðaran, um aðrir byggisáttmálar eru væntandi hjá Skála Skipasmiðju í nærmastu framtíð.
- Mær vitandi er eingin nýggjur sáttmáli komin undir land.
Dánjal sigur tó, at skipasmiðjan uppá fyrispurning hevur gjørt eitt tilboð upp á ein nýbygning aftrat.
- Nevnt varð í matarhøllini leygardagin, at felagið, sum hevur í hyggju at smíða eitt skip aftrat, hevur keypt skrúvu. Enn er tó ov tíðliga at siga, um nýggjur sáttmáli spyrst burtur úr, leggur hann aftrat.
Nýggj beding
Arbeiðið við at byggja nýggja beding á Skála Skipasmiðju gongur sína gongd. Hetta er eitt stórarbeiði, sum væntandi kemur at kosta einar 30 miljónir krónur tilsamans. Nýggi vognurin er komin, og ætlandi verður nýggja bedingin liðug í august.
- Sjálvur vognurin er bygdur í Frederikshavn, men verður settur saman her hjá okkum, sigur Dánjal Andreassen.
Tað er felagið J&K Petersen, sum stendur fyri bedingsarbeiðnum – á sjógvi og landi, men felagið hevur eisini undirveitarar til partar av verkætlanini.