Løgreglan hevur verið runt við ferðmátaranum í nátt og heldur ikki hesa ferð var tað til fánýtis. Løgreglan sigur, at úrslitið var at seks bilførarar vórðu tiknir. Ein bilførari koyrdi ímillum 81 og 90 á einum strekki í Eysturoy, har tað er loyvt at koyra 80 og tað merkir, at hann má taka koyrikortið av nýggjum.
Annars fingu fimm bilførarar klipp í koyrikortið fyri at koyra ímillum 21 og 30 kilometrar skjótari enn loyvt er. Og sum ikki einaferð, varð onkur av teimum eisini tikin á Glyvursvegi í Havn og á Argjum. Har ger løgreglan ofta ferðmátingar og har verður altíð onkur bilførari tikin.