Seks dripin í russiskum álopum á Ukraina í nátt

- Millum tey dripnu eru tvey børn, siga ukrainsku myndugleikarnir

Í minsta lagi seks fólk, harímillum tvey børn, eru dripin í russiskum álopum á Ukraina í nátt.

 

Tað siga ukrainsku myndugleikarnir í morgun.

 

- Russiski herurin leyp í regiónunum, Dnipropetrovsk og Odessa.

 

Skrivstovan hjá ukrainska ríkisadvokatinum sigur á Telegram, at millum tey dripnu eru tvey børn.

 

Guvernørurin í Zaporizjzja, Ivan Fedorov, sigur, at 58.000 húsarhald eru uttan streym í morgun av russisku álopunum.